fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Deildarleiðari til TAKS á Tvøroyri

 

Vit fáa beinanvegin gott eyga á tær, um tú dugir at skipa fyri og stinga út í kortið. Enn betri, um tú fært fólk at trívast uttan um teg og at vera við upp á tað. Sigur tú so eisini ja til talgilding og hevur royndir ella útbúgving í leiðslu, so hevur tú hundrað prosent kjansin at gerast nýggi deildarleiðari okkara hjá TAKS á Tvøroyri.

 

Starvið

TAKS tryggjar samfelagnum inntøkur, umsitur veitingar og verjir samfelagið ímóti ólógligum innflutningi.

 

Á deildini á Tvøroyri arbeiða tíggju fólk. Sum leiðari teirra skipar tú dagliga arbeiðið á deildini og skapar motivatión og trivnað, so at deildin avrikar væl.

 

Deildin avgreiðir umsóknir og útgjøld í sambandi við barsilsgrunnin, arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, trygdargrunnin, frítíðargrunnin og vinnusjúkugrunnin, og hon umsitur raksturin av grunnunum. Deildin viðger eisini umsóknir um ferðastuðul, rentustuðul og dupult húsarhald og ger eftirlit á fakøkinum.

 

Fram um alt hevur tú dirvi til at leiða, hevur ein týðiligan leiðslustíl og leggur stóran dent á samstarv og samskifti. Tú tolir at arbeiða undir trýsti og fert ikki í svart, um tað stendur eitt sindur á viðhvørt.

 

Tú hevur miðallanga leiðsluútbúgving ella drúgvar royndir í starvsfólkaleiðslu og elementera vitan um føroysk samfelags- og skattaviðurskifti. Tú hevur áhuga fyri lóg, og royndir í almennari umsiting eru ein fyrimunur. Tú vilt sjálvandi eisini framhaldandi førleikamenna teg á tínum økjum, og tú ert væl fyri í føroyskum, donskum og enskum.

 

Tú verður partur av leiðslubólkinum hjá TAKS. Her vænta vit, at tú ert virkin og framskyggin í áhaldandi arbeiðinum at menna TAKS sum stovn.

 

TAKS er talgilt. Borgarin kann avgreiða nógv viðurskifti við okkum við tænastum á netinum, og fleiri slíkar tænastur fara at verða mentar í komandi tíðum. Sum deildarleiðari fært tú ein týðandi leiklut í hesi menning, og tí mást tú hava áhuga fyri talgilding og duga at seta teg inní, hvussu KT-skipanir virka.

 

Setanartreytir

Starvið verður lønt í 35. lønarflokki eftir sáttmálanum millum Tænastumannafelagið og Fíggjarmálaráðið, uttan tó at vera tænastumannastarv. Eftirlønin er 15%. Lýkur tú treytirnar, verður starvið lønt eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Búskapar- og løgfrøðingafelagið ella Akademikarafelagið.

 

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er fyribils hjá TAKS á Tvøroyri.

 

Tú fert at vísa til stjóran á TAKS.

 

Umsóknarfreistin er sunnudagin, 28. januar 2024

 

Send okkum umsókn tína við lívrensli og avritum av prógvum og øðrum viðkomandi skjølum á talgildu rekruteringsskipan okkara.

 

Spyr meira um starvið við at ringja ella skriva til Eyðun Mørkøre, stjóra, á 35 26 00 ella á eym@taks.fo.

Lagt út tann
05. jan. 2024
Starv
Deildarleiðari
Starvsheiti
Deildarleiðari til TAKS á Tvøroyri
Virki
Taks
Deild
Grunnar og stuðlar
Umsóknarfreist
28. jan. 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor