fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Leys størv

03. feb. 2026
Tveir tollarar til TAKS

Sært tú detaljurnar? Dugir tú væl við fólki? Trívist tú við skiftandi arbeiðstíðum? So kanst tú gerast tollari hjá TAKS.


At vera tollari er eitt spennandi og samfelagsliga týðandi arbeiði. Í tøttum samstarvi við aðrar tollarar hevur tú eftirlit við inn- og útflutningi av vørum og peningi, umframt við ferðandi. Tú hittir fólk í skiftandi støðum, og í intensum løtum hava títt róliga lyndi og skørpu eygu alt at siga.

 
Fakligir førleikar

Tú hevur útbúgving innan eitt nú løgreglu, speditión, kriminologi (bachelor ella kandidat) ella annað viðkomandi øki. Drúgvar royndir innan tolløkið kunnu javnsetast við útbúgving.

 

Royndir við kanningararbeiði/eftirlitsarbeiði kunnu vera ein fyrimunur. Tað telur eisini við, um tú hevur kunnleika til almenna fyrisiting og royndir at arbeiða innan lógarásettar karmar.


Vit ímynda okkum, at tú:

·         arbeiðir sjálvstøðugt eins væl og í toymi,

·         samskiftir greitt munnliga og skrivliga,

·         dugir at skriva eftirlitsfrágreiðingar,

·         hevur lætt við at seta teg inn í galdandi lógir og reglur.


Harumframt er umráðandi, at tú:

·         hevur koyrikort og reina revsiváttan,

·         tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt.


Persónligir førleikar

Tú dugir væl við fólki, ert fyrikomandi og samstarvar væl. Tú ert álitisvekjandi og hevur gott sinnalag, og tú ert sálarliga og kropsliga væl fyri. Tollstarvið krevur nærlagni, og tí arbeiðir tú skipað, ert forvitin av lyndi og dugir at avlesa støður og síggja tey smáu tingini. Tú slært kalt vatn í blóðið í spentum støðum og vísir professionella atferð í øllum lutum.

 

Arbeiðsuppgávur

Starvið fevnir um nógv ymisk eftirlit, millum annað ferðafólkaeftirlit, skipaeftirlit, goymslueftirlit, innflutningseftirlit og útflutningseftirlit. Nógv av arbeiðinum er knýtt at skráseting og umsiting við telduna, og tú trívist við hesum.


TAKS er í ferð við at nútímansgera og framtíðartryggja sínar telduskipanir. Tú fert eftir tørvi at luttaka í hesum arbeiði og geva títt fakliga íkast. Tí er neyðugt, at tú hevur áhuga og flair fyri skipanum og tøkni.


Tú verður partur av vaktarskipanini í tollinum, har vaktirnar kunnu vera drúgvar, og størri eftirlit kunnu eisini vera ymsar tíðir í samdøgrinum.


Setanarviðurskifti

Størvini eru fulltíðarstørv og verða sett skjótast gjørligt. Tey eru lønt sum tænastumannalíknandi størv í 27. lønarflokki sambært sáttmálanum hjá Tænastumannafelagnum.

 

Høvuðsstarvsstaðurin er TAKS í Havn og flogvøllurin. Tollarar hava ofta uppgávur kring alt landið, og tú skalt tí kunna arbeiða á skiftandi arbeiðsstøðum. Setanarøkið er TAKS og fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

 

Umsóknarfreistin er 18. februar 2026

 

Søk starvið við at trýsta á "Søk nú", har tú viðheftir umsókn, CV, prógv og viðmæli.

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Birtu Biskopstø, deildarstjóra, á 35 26 00 ella á bib@taks.fo.

 

Umsóknarfreist: 18. feb. 2026
16. jul. 2025
Málsviðgeri til TAKS á Tvøroyri

TAKS á Tvøroyri søkir eftir einum dugnaligum málsviðgera at byrja sum skjótast.

 

Í starvinum fert tú at arbeiða við ymsum grunnum og stuðulsskipanum – t.d. barsilsskipanini, ferðastuðli og rentustuðli. Tú fert at samskifta við borgarar, viðgera umsóknir, skjalføra, bóka, tryggja útgjald og hava eftirlit við viðkomandi málum.

 

Førleikar

Tú hevur skrivstovuútbúgving ella drúgvar royndir í skrivstovuyrkinum. Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til almenna fyrisiting og hevur royndir við málsviðgerð og journalisering. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur eina góða heildarfatan av bókhaldi og roknskapi.

 

Vit leggja eisini dent á, at tú:

  • dugir við teldu og telduskipanum,

  • hevur lógarskil og megnar at seta teg inn í galdandi reglur,

  • kanst arbeiða sjálvstøðugt, skipa arbeiðið og taka grundaðar avgerðir,

  • skrivar og tosar føroyskt og enskt og hevur lætt við at samskifta við fólk,

  • ert fyrikomandi og vísir nærlagni og ábyrgd.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er fast fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4 – alt eftir útbúgving. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS á Tvøroyri. Setanarøkið fevnir um alt TAKS og kann eisini fevna um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

 

Umsóknarfreistin er 26. august 2025

Søk starvið við at trýsta á "Søk nú". Viðheft umsókn, lívrensl, prógv og viðmælir.

 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í sambandi við Lilian Kjærbo, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á lk@taks.fo.

 

Umsóknarfreist: 26. aug. 2025
05. jun. 2025
Endurlýsing: Pantifúti til TAKS

At vera pantifúti er eitt týdningarmikið starv. Í landsins tænastu er tað uppgáva tín at krevja inn pening, sum fólk og fyritøkur skylda landinum, og tað er eitt arbeiði, sum bara tey bestu kunnu fremja til fulnar.

Tú ert ein av teimum. Tú fornemmar tað longu.
 
Tí tú hevur tann myndugleika og tað umhugsni, ið skulu til fyri at røkja eitt so umráðandi starv, og nú hevur tú kjansin at søkja tað.

 

Um starvið
Ein pantifúti hevur ein fjølbroyttan dag. Umframt at gera pantingar, so kann hann eisini málsviðgera fallin krøv, gera konkursáheitanir, tinglýsa úttøkur, viðgera kærur og fráboða skuld - eitt nú mvg og skatt.
 
Hann er ein fastur partur av innheintingartoyminum hjá TAKS, ið telur fimm makkarar og leiðara.

 

Um teg
Tú hevur bankaútbúgving, skrivstovuútbúgving ella aðramáta innlit í roknskap ella økonomi. Tað er ein fyrimunur at kenna til debitorrøkt.
 
Samskifti við skuldarar er ein týðandi partur av starvinum. Tú dugir tí væl við menniskjum, sum eru í truplari støðu, vísir myndugleika og umhugsni, og tú skrivar og tosar føroyskt og enskt.
 
Tú hevur áhuga fyri lóg og kanst seta teg inn í galdandi reglur. Tú tekur ábyrgd og arbeiðir bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tú hevur ynski um áhaldandi at dagføra teg fakliga við viðkomandi førleikamenning.

 

Um setanarviðurskiftini
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 5. Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast gjørligt. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

 

Hug at søkja?
Tað gert tú við at trýsta á "Søk nú". Fyll út og viðheft umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er 7. september 2025

Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Eyðun Joensen, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á eyjo@taks.fo.

 

Umsóknarfreist: 07. sep. 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor