Leys størv
Vilt tú hava eitt ábyrgdarfult starv, har tú við góðari málsviðgerð og greiðum samskifti ert við til at tryggja borgarum røtt og rættstundis útgjøld?
Vit søkja eftir einum málsviðgera, sum kann byrja 1. november ella skjótast gjørligt.
Um starvið
Sum málsviðgeri hjá okkum fert tú at viðgera umsóknir um útgjøld úr ymsum grunnum og skipanum, eitt nú barsilspengar, ferðastuðul og rentustuðul.
Tú fert millum annað at:
• skráseta og journalisera upplýsingar
• avgera, hvørt treytirnar fyri útgjaldi eru loknar
• tryggja, at mál verða viðgjørd eftir galdandi reglum
• bóka flytingar og eftirkanna, at útgjøldini eru røtt
• fylgja málunum, til tey eru endaliga avgreidd
Samskifti við borgarar er ein týðandi partur av starvinum. Tí leggja vit dent á, at tú samskiftir greitt, virðiliga og tænastusinnað.
Um teg
Tú hevur skrivstovuútbúgving ella hollar og viðkomandi skrivstovuroyndir.
Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til almenna fyrisiting og hevur royndir við málsviðgerð og journalisering. Innlit í bókhald og roknskap er eisini ein fyrimunur. Gott er harumframt, um tú kennir til vitlíki og dugir at meta um fyrimunir og vansar við at nýta tað sum arbeiðsamboð.
Vit leggja dent á, at tú:
• ert fyrikomandi
• arbeiðir skipað og sjálvstøðugt
• tekur ábyrgd av tínum arbeiðsuppgávum
• dugir at taka avgerðir við støði í lógum og reglum
• hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggjar KT-loysnir
• dugir væl føroyskt, bæði í talu og skrift, og hevur góðan førleika í enskum
Tær nýtist ikki at kenna arbeiðsøkið hjá okkum frammanundan. Tað er minst líka umráðandi, at tú hevur hug at læra og taka við nýggjum avbjóðingum.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv.
Lønin er í lønarflokki 3 ella 4 sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, alt eftir útbúgving.
Starvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS á Tvøroyri. Setanarøkið fevnir um alt TAKS og kann eisini fevna um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir ráðnum.
Umsóknarfreistin er 20. september
Søk starvið við at trýsta á knøttin Søk nú.
Viðheft umsókn, lívrensl, prógv og møgulig viðmæli.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lilian Kjærbo, deildarleiðara, á 35 26 00 ella lk@taks.fo.
TAKS søkir eftir einum leiðara, sum vil standa á odda fyri talgildu menningini hjá stovninum.
Talan er um eitt av týdningarmestu KT-umhvørvunum í almennu fyrisitingini. Vit leita tí eftir tær, sum hevur fakliga tyngd, leiðsluligt hegni og strategiskt yvirlit, og sum við áræði vil arbeiða fyri dyggum og tryggum KT-loysnum til gagns fyri borgarar og vinnulív.
Um starvið
Sum KT-menningarleiðari hevur tú dagligu leiðsluna av KT-menningardeildini hjá TAKS. Deildin telur í dag átta starvsfólk og stendur fyri menning og viðlíkahaldi av talgildu skipanunum hjá stovninum.
Samstundis hevur tú ein sentralan leiklut í at:
• samskipa menningararbeiðið og tryggja, at tað stuðlar strategisku málum okkara
• leggja KT-verkætlanir til rættis og stýra teimum
• standa fyri einum væl skipaðum og virðisskapandi samstarvi við uttanhýsis veitarar
Ein av høvuðsuppgávunum verður at leiða arbeiðið við at nútímansgera føroysku toll- og skattaskipanina. Hetta er millum størstu KT-verkætlanir í Føroya søgu. Verkætlanin er longu farin í gongd, og í løtuni eru umleið 30 fólk frá TAKS og uttanhýsis KT-fyritøkum knýtt at henni. Uppgávan verður ein týðandi táttur í starvinum næstu fimm árini.
Tú verður partur av leiðsluni hjá TAKS og verður við til at leggja langtíðarætlanir, seta mál og gera raðfestingar fyri stovnin.
Um teg
Tú hevur viðkomandi KT-útbúgving á kandidatstigi og drúgvar royndir á økinum.
Tú skapar trivnað, álit og fakliga menning. Tú gevur starvsfólkum ábyrgd, stuðlar teimum í gerandisdegnum og setir eina greiða kós, eisini tá uppgávurnar eru stórar og samansettar.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við KT-menning, prosessmenning og verkætlanarleiðslu. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur innlit í løgfrøði og almenna fyrisiting.
Vit leggja dent á, at tú:
• samskiftir greitt og virðiliga
• hevur góð samstarvsevni og megnar at byggja brýr millum fakøki
• dugir væl at skipa arbeiðið, raðfesta og føra uppgávur á mál
• hugsar í loysnum og tekur væl grundaðar avgerðir
• tosar og skrivar føroyskt, enskt og danskt
Tú vísir rúmligheit, empati og tryggleika í samskiftinum við onnur. Samstundis hevur tú dirvi at taka avgerðir og halda fast í tí, sum tænir endamálinum best.
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.
Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Send okkum umsókn tína
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin Søk nú, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, CV, prógv og onnur viðkomandi skjøl.
Umsóknarfreistin er 21. juni 2026
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Mørkøre, stjóra, á telefon 35 26 00 ella á eym@taks.fo.