fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Málsviðgeri til TAKS á Tvøroyri

TAKS á Tvøroyri søkir eftir dugnaligum málsviðgera til fast starv at byrja skjótast gjørligt. 

Deildin á Tvøroyri tekur sær fyrst og fremst av málsviðgerð innan ymiskar grunnar og stuðlar, herundir Barsilsskipan, ferðastuðul og rentustuðul. Sum málsviðgeri viðgerð tú m.a. umsóknir, samskiftir við borgarar, skjalfestir arbeiðið, bókar, syrgir fyri útgjaldi og ger eftirlit. 

 

Um teg 

Tú hevur skrivstovuútbúgving ella drúgvar royndir í fakinum. Tað er ein fyrimunur at kenna til almenna fyrisiting og hava royndir við málsviðgerð og journalisering. Ynskiligt er, at tú hevur góða heildarfatan av bókhaldi og roknskapi.  

 

Umráðandi er eisini, at tú: 

  • dugir við teldu og telduskipanum, 

  • hevur hegni til lóg og at seta teg inn í galdandi reglur, 

  • arbeiðir sjálvstøðugt, kanst leggja til rættis og taka grundaðar avgerðir, 

  • skrivar og tosar føroyskt og enskt og hevur lætt við at samskifta við fólk, 

  • ert fyrikomandi og vísir nærlagni og ábyrgd. 

 

Fært tú starvið, vænta vit, at tú støðugt førleikamennir teg, tí tað leggur TAKS dent á, at tú gert. 

 

Setanarviðurskifti 

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4, alt eftir útbúgving. Starvið er fulla tíð, og høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS á Tvøroyri. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. 

 

Umsóknarfreistin er 15. september 2024 

Søk starvið við at trýsta á Søk nú, har tú viðheftir umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum. 

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Lilian Kjærbo, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á lk@taks.fo.

 

Lagt út tann
29. aug. 2024
Starv
Málsviðgeri
Starvsheiti
Málsviðgeri til TAKS á Tvøroyri
Virki
Taks
Deild
Grunnar og stuðlar
Umsóknarfreist
15. sep. 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor