KT-menningarleiðari til TAKS
TAKS søkir eftir einum leiðara, sum vil standa á odda fyri talgildu menningini hjá stovninum.
Talan er um eitt av týdningarmestu KT-umhvørvunum í almennu fyrisitingini. Vit leita tí eftir tær, sum hevur fakliga tyngd, leiðsluligt hegni og strategiskt yvirlit, og sum við áræði vil arbeiða fyri dyggum og tryggum KT-loysnum til gagns fyri borgarar og vinnulív.
Um starvið
Sum KT-menningarleiðari hevur tú dagligu leiðsluna av KT-menningardeildini hjá TAKS. Deildin telur í dag átta starvsfólk og stendur fyri menning og viðlíkahaldi av talgildu skipanunum hjá stovninum.
Samstundis hevur tú ein sentralan leiklut í at:
• samskipa menningararbeiðið og tryggja, at tað stuðlar strategisku málum okkara
• leggja KT-verkætlanir til rættis og stýra teimum
• standa fyri einum væl skipaðum og virðisskapandi samstarvi við uttanhýsis veitarar
Ein av høvuðsuppgávunum verður at leiða arbeiðið við at nútímansgera føroysku toll- og skattaskipanina. Hetta er millum størstu KT-verkætlanir í Føroya søgu. Verkætlanin er longu farin í gongd, og í løtuni eru umleið 30 fólk frá TAKS og uttanhýsis KT-fyritøkum knýtt at henni. Uppgávan verður ein týðandi táttur í starvinum næstu fimm árini.
Tú verður partur av leiðsluni hjá TAKS og verður við til at leggja langtíðarætlanir, seta mál og gera raðfestingar fyri stovnin.
Um teg
Tú hevur viðkomandi KT-útbúgving á kandidatstigi og drúgvar royndir á økinum.
Tú skapar trivnað, álit og fakliga menning. Tú gevur starvsfólkum ábyrgd, stuðlar teimum í gerandisdegnum og setir eina greiða kós, eisini tá uppgávurnar eru stórar og samansettar.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við KT-menning, prosessmenning og verkætlanarleiðslu. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur innlit í løgfrøði og almenna fyrisiting.
Vit leggja dent á, at tú:
• samskiftir greitt og virðiliga
• hevur góð samstarvsevni og megnar at byggja brýr millum fakøki
• dugir væl at skipa arbeiðið, raðfesta og føra uppgávur á mál
• hugsar í loysnum og tekur væl grundaðar avgerðir
• tosar og skrivar føroyskt, enskt og danskt
Tú vísir rúmligheit, empati og tryggleika í samskiftinum við onnur. Samstundis hevur tú dirvi at taka avgerðir og halda fast í tí, sum tænir endamálinum best.
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.
Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Send okkum umsókn tína
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin Søk nú, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, CV, prógv og onnur viðkomandi skjøl.
Umsóknarfreistin er 21. juni 2026
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Mørkøre, stjóra, á telefon 35 26 00 ella á eym@taks.fo.