KT-supportari til TAKS
Dámar tær at knekka KT-nøtir, hjálpa starvsfeløgum og fáa alt at rigga? TAKS leitar eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum KT-supportara til KT-toymið hjá sær.
Um starvið
Saman við KT-toyminum fært tú ábyrgd av kjarnuskipanum, support, trygd og rakstri á KT-økinum hjá TAKS. Tú fert at hava tætt samband við starvsfólk á stovninum og fært ein týðandi leiklut í at tryggja, at TAKS hevur góðar og álítandi KT-loysnir.
Tú fert millum annað at:
veita KT-support til starvsfólk
uppseta og viðlíkahalda teldur, telefonir, prentarar, brúkaraprofilar, brúkaraatgongdir o.a.
dagføra stýriskipanir og forrit
arbeiða við innanhýsis samskiftisloysnum
umsita og viðlíkahalda KT-infrastrukturin hjá stovninum, herundir netið
samskifta og samstarva við KT-veitarar
gera og dagføra mannagongdir fyri KT-økið
gera og skriva avleiðingar- og váðagreiningar saman við trygdarfólkinum og dátuverndarfólkinum
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú:
hevur viðkomandi KT-útbúgving ella samsvarandi royndir
hevur royndir við KT-support, herundir við teldum, neti og brúkarum
hevur fakligt forvitni og lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir og arbeiðsgongdir
kanst arbeiða við bæði fólki og tøkni
ert fyrikomandi, hevur gott tænastusinni og arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult
dugir væl føroyskt og enskt, bæði í skrift og talu, og kanst greiða frá KT-viðurskiftum, so at bæði fakfólk og ikki-fakfólk skilja innihaldið
hevur koyrikort og reina revsiváttan
Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4, alt eftir útbúgving. Starvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn, men setanarøkið fevnir um alt TAKS og kann eisini fevna um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.
Send okkum umsókn tína
Tú søkir starvið við at trýsta á Søk nú, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl, prógv og onnur viðkomandi skjøl.
Umsóknarfreistin er 25. mai 2026
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dianu Gilstón, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á dg@taks.fo.