fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Átaksleiðari til tolldeildina hjá TAKS

Vilt tú vera við til at styrkja tolleftirlitið við føroyska landamarkið?
Brúka møguleikan og søk nýggja starvið sum átaksleiðari á tolldeildini hjá TAKS.


Tú verður ein lyklapersónur í okkara eftirlitsarbeiði

Sum partur av eini vælvirkandi deild ert tú, við fakligari dygd, góðum samstarvi og røttum amboðum, við til at skapa eitt nýmótans og effektivt eftirlit. Tú situr við borðið, tá ætlanir verða lagdar, og ert við á feltinum, tá tær verða settar í verk.

 

Arbeiðsuppgávur

Høvuðstættirnir í arbeiðinum eru at:

  • seta mál og fylgja teimum upp
  • gera váðametingar og eftirlitsætlanir
  • samskipa og luttaka í átøkum og eftirlitum
  • tryggja dygd í skjalfesting og frágreiðingum
  • samstarva við føroyskar og útlendskar myndugleikar og áhugapartar

 

Útbúgving

Vit ímynda okkum, at tú hevur miðallanga ella hægri útbúgving, til dømis innan:

  • kriminologi
  • dátugreining
  • verkætlanarstýring ella
  • samskifti og leiðslu

 

Onnur útbúgving, sum gevur førleika til eftirlits- og greiningararbeiði, er eisini viðkomandi.

 

Persónligir førleikar og eginleikar

Yvirlit, dømikraft, menniskjakunnleiki, strategiskt hegni og hugur at læra eru avgerandi eginleikar fyri, at uppgávurnar verða loystar væl.

 

Tað er ynskiligt, at tú:

  • samskiftir greitt, munnliga og skrivliga
  • dugir at raðfesta, útdeligera og loysa uppgávur
  • kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • vísir hógv, ert fyrikomandi og skapar álitisfull sambond
  • hevur áhuga fyri nýggjari tøkni, til dømis vitlíki og dátugreining

 

 Tað er krav, at tú:

  • ert sálarliga og kropsliga væl fyri
  • hevur koyrikort og reina revsiváttan
  • tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt
  • vísir trúskap móti galdandi lógum og forskriftum

 

 Kunnleiki til verkætlanarstýring og dátugreining, til dømis Power BI, er ein fyrimunur.

 

Tú fært

  • eitt spennandi og ábyrgdarfult starv við stórum týdningi fyri handil og tryggleika í Føroyum
  • góðar møguleikar at menna tínar førleikar innan samskipan, eftirlit og verkætlanarstýring
  • eitt vælvirkandi arbeiðspláss við dugnaligum og hjálpsomum starvsfeløgum

 

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett 1. mai 2026 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 39,5 tímar um vikuna, vanliga millum klokkan 8 og 16. Tú mást tó eftir tørvi kunna arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

Starvið er lønt sum tænastumannalíknandi starv í lønarflokki 31 eftir sáttmálanum hjá Tænastumannafelagnum.

 

Høvuðsstarvsstaðurin er hjá TAKS í Havn. Starvsstaðurin kann tó vera skiftandi, tí tollarar hava arbeiðsuppgávur kring alt landið. Setanarøkið er TAKS og fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

 

Umsóknarfreistin er 22. mars 2026

 

Søk starvið við at trýsa á Søk nú, har tú viðheftir umsókn, CV, prógv og viðmæli.

 

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Birtu Biskopstø, deildarstjóra, á 35 26 00 ella á bib@taks.fo.

 

Lagt út tann
06. mar. 2026
Starv
Átaksleiðari
Starvsheiti
Átaksleiðari til tolldeildina hjá TAKS
Virki
Taks
Deild
Tollur
Umsóknarfreist
22. mar. 2026
Byrjunardagur
01. mai 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor