fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Tollari til TAKS

Hevur tú eitt analytiskt høvd, sum skjótt dugir at síggja, hvussu ting hanga saman? Hevur tú gott tol og kanst sita í telduni ein heilan dag? Eina hóvliga medferð eisini, sum vekur álit millum fólk?

 

So skuldi tú søkt starvið sum tollari á greiningardeildini hjá TAKS. Tí tað er brúk fyri fólki sum tær í stríðnum ímóti rúsevnasmugling í Føroyum.

 

Um starvið

Tú verður partur av narkotoymi okkara, har tú fert at greina dátur í sambandi við ferðslu millum Føroya og útlond, sjálvstøðugt sum saman við starvsfeløgum og øðrum myndugleikum á økinum. Tú fert eisini við øðrum tollarum út á feltið, har tú í verki kanst koma at standa yvir fyri smuglarum, sum greiningar tínar og annara hava avdúkað.

 

Smugling er ikki avmarkað frá átta til fimm. Stundum verður tí eisini arbeitt uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

Um teg

Dátugreining krevur tol, og tú skalt tíma tað væl. Tú mást eisini hava bindindi og ikki gevast á hendur, um einki spyrst burtur úr viðhvørt, eins og tú mást kunna sleppa einum máli, um einki er at fara eftir. Tú ert sjálvandi fakliga forvitin og opin fyri allari læru og útgerð, sum gagna kann í yrkinum.

 

Umráðandi er eisini, at tú:

•       dugir væl við fólki,

•       vísir hógv í øllum lutum,

•       ert sálarliga og kropsliga væl fyri,

•       hevur koyrikort og reina revsiváttan,

•       lærir teg alla lóg og reglu á tolløkinum,

•       tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt,

•       kanst arbeiða talgilt og fylgja við í menningini.

 

Tú hevur í minsta lagi miðallanga útbúgving, t.d. speditør ella annan viðkomandi lærdóm. Tað er fyrimunur at hava arbeitt við dátugreining áður, eins og royndir í kanningararbeiði/eftirlitsarbeiði eru tað.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður lønt í 27. lønarflokki eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelagið, uttan tó at vera tænastumannastarv. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn og flogvøllurin.

 

Starvið verður sett sum skjótast.

 

Send okkum umsókn tína

Tað gert tú við at trýsta á Søk nú í høgru síðu, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl og onnur skjøl sum eitt nú prógv.

 

Umsóknarfreistin er sunnudagin, 16. februar 2025

 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Birtu Biskopstø, deildarstjóra, á telefon 35 26 00 ella á bib@taks.fo.

 

Lagt út tann
20. des. 2024
Starv
Tollari
Starvsheiti
Tollari til TAKS
Virki
Taks
Deild
Tollur
Umsóknarfreist
16. feb. 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor