fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Fulltrúi til TAKS

Hevur tú gávur til tøl og roknskap? Kanst tú grannskoða og skattgreina fyritøkur? Vilt tú fáa ábyrgd og fakligar javnlíkar?

So skuldi tú søkt starvið sum fulltrúi á virkisskattinum hjá TAKS.

 

Um starvið

Tú fært skrivstovu á virkisskattadeild stovnsins, har tú sum partur av einum týðandi toymi fert at fremja avbjóðandi og torskild virkiseftirlit, umframt tú verður við til at loysa aðrar uppgávur, sum hoyra deildini til.

 

Um teg

Tú ert ágrýtin í verki og vísir nærlagni, tolsemi og ábyrgd í øllum lutum. Vit ímynda okkum eisini, at tú:

•       ert útbúgvin cand.merc.aud., cand.merc.jur. ella samsvarandi,

•       hevur ítøkiligar royndir við virkiseftirliti og at kanna torgreidd viðurskifti,

•       kanst taka sjálvstøðugar avgerðir og grundgeva fyri teimum út frá lógarteksti,

•       dugir væl at orða teg skrivliga á føroyskum og rímiliga væl eisini á donskum og enskum.

 

Tað er somuleiðis fyrimunur, um tú hevur kunnleika til almenna fyrisiting.

 

Tú hevur annars lætt við at brúka telduskipanir, herímillum skipanirnar hjá TAKS, og tú dugir at navigera á einum stovni, sum er í einum talgildum skifti, og kanst geva títt íkast til arbeiðið.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Havn ella Saltangará, alt eftir avtalu.

 

Starvið verður sett 1. apríl 2025.

 

Send okkum umsókn tína

Tað gert tú við at trýsta á Søk nú í høgru síðu, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl og onnur skjøl sum eitt nú prógv.

 

Umsóknarfreistin er hósdagin, 6. februar 2025

 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Poulu á Líðarenda, deildarstjóra, á telefon 35 26 00 ella á pl@taks.fo.

 

Lagt út tann
19. des. 2024
Starv
Fulltrúi
Starvsheiti
Fulltrúi til TAKS
Virki
Taks
Deild
Virkiseftirlitið
Umsóknarfreist
06. feb. 2025
Byrjunardagur
01. apr. 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor