fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Kontrollari til TAKS

Hevur tú góð evni til tøl og roknskap? Kundi tú hugsað tær at brúkt tíni evni í einum starvi, har tað er góð javnvág millum arbeiðslív og privatlív?

 

So átti tú at søkt starvið sum kontrollari á fíggjardeildini hjá TAKS.

 

Um starvið

Tú fært skrivstovu á fíggjardeild stovnsins, har arbeitt verður við roknskapi, innaneftirliti, stovnsbókhaldi, roknskaparfakligum spurningum og øðrum fíggjarmálum. Talan er um fjølbroytt starv, har tú fært ábyrgd og verður hollur stuðul hjá fíggjarleiðaranum.

 

Høvuðsuppgávur tínar eru at:

•       hava ábyrgd sum kontrollari av kjarnuverkætlanini,

•       gera mánaðarroknskapir og hava eftirlit við fíggjarstøðuni hjá TAKS og Kjarnuni,

•       halda skil á inntøkum, sum stovnurin umsitur.

 

Tú verður eisini við til at framleiða hagtøl, svara grannskoðaraspurningum, effektivisera arbeiðsgongdir og annars at loysa tær uppgávur, sum hoyra fíggjardeildini til.

 

Um teg

Tú ert útbúgvin cand.merc.aud., HD-R við drúgvum grannskoðararoyndum ella hevur aðra viðkomandi hægri útbúgving.

 

TAKS umsitur nógv stovnsnummur, og kompleksiteturin í roknskaparligu samanhangunum er stórur. Tú mást tí hava áhuga fyri analytiskum arbeiði, tí tú fert at granska og rannsaka hesar samanhangir.

 

Tú hevur lætt við at brúka telduskipanir, herímillum tær, sum almennu roknskapirnir byggja á. Tað er fyrimunur, um tú dugir væl Power BI og kennir til BSL. Gott eisini, um tú hevur skil fyri hagtølum.

 

Tú tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Havn.

 

Starvið verður ætlandi sett 1. apríl 2025.

 

Send okkum umsókn tína

Tað gert tú við at trýsta á Søk nú í høgru síðu, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl og onnur skjøl sum eitt nú prógv.

 

Umsóknarfreistin er sunnudagin, 2. februar 2025

 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Nicholas Nielsen, fíggjarleiðara, á 35 26 00 ella á nn@taks.fo.

 

Lagt út tann
18. des. 2024
Starv
Kontrollari
Starvsheiti
Kontrollari til TAKS
Virki
Taks
Deild
Roknskapur
Umsóknarfreist
02. feb. 2025
Byrjunardagur
01. apr. 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor