Verkætlanarleiðari til Kjarnuna
Kjarnan er stóra KT-skipanin, sum TAKS nú mennir fyri at dagføra og framtíðartryggja fyrisiting sína. Talan er um stórverk, ið skapt verður við fýra sjálvstøðugum verkætlanum, harav ein verður sett í gongd nú og skal nýmótansgera bókhald og innkrevjing stovnsins.
Søkt verður við hesum eftir einum dugnaligum leiðara, sum ger tanka til verk og førir ætlanina á mál.
Um starvið
Tú fært skrivstovu á deildini hjá TAKS fyri KT-menning. Her fært tú títt egna verkætlanartoymi og kanst avgreiða allar fakligar uppgávur. Tú verður eisini við í kjarnuleiðsluni og fert at samstarva nógv við mennarar, veitarar, endabrúkarar og aðrar verkætlanarleiðarar. Vit arbeiða agilt og primert við fakskipanum.
Sum partur av deildini fyri KT-menning verður tú eisini við til at loysa aðrar uppgávur, sum hoyra deildini til. Deildin mennir og røkir eitt nú Borgaragluggan og Vinnugluggan saman við eksternum veitarum og er fakligur garantur fyri, at TAKS kann umsita allar leypandi broytingar í lógum og kunngerðum landsins.
Tá ið aktuella verkætlanin er liðug, kann innihaldið í starvinum verða tillagað alt eftir komandi KT-uppgávum.
Um teg
Tú dugir at føra ann, kanst einstarva sum samstarva og kemur væl út av tí við øll. Tú hevur gott høvd, ert fakliga forvitin, hugsar analytiskt og langsiktað og elskar at loysa knútar. Tú tosar og skrivar føroyskt og enskt.
Arbeiðsmessiga hevur tú eisini flair fyri og gjarna royndir í:
• at gera funktionelt snið og góð brúkaramót,
• at greina mannagongdir og at skriva brúkarasøgur,
• at stýra menningarprosessum og agilari verkætlanarleiðslu,
• at miðla millum brúkarar og mennarar og at samskipa áhugabólkar.
Tú hevur hægri útbúgving í kunningartøkni, eitt nú ein bachelor ella kandidat í datalogi, softwaremenning ella samsvarandi. Tú hevur holla vitan um brúkaravinarligheit og gott skil á verkætlanarleiðslu, herímillum Scrum. Tú hevur somuleiðis góða roknskaparfatan og veitst gjarna eitt sindur um BSL.
Tað er fyrimunur at duga at brúka sniðgevingaramboð, serliga Figma. Fyrimunur er eisini at hava áhuga fyri lóg og at kenna eitt sindur til føroyska samfelagið og almennu fyrisitingina.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Havn.
Starvið verður sett sum skjótast.
Send okkum umsókn tína
Tað gert tú við at trýsta á Søk nú í høgru síðu, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl og onnur skjøl sum eitt nú prógv.
Umsóknarfreistin er hósdagin, 16. januar 2025
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Damgaard, deildarleiðara, á telefon 35 26 00 ella á ann@taks.fo.