fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Málsviðgeri til TAKS í Havn

TAKS í Havn søkir eftir einum ágrýtnum málsviðgera at arbeiða við tollingum hjá borgarum og fyritøkum at byrja skjótast gjørligt.

 

Millum fjølbroyttu uppgávur tínar er eitt nú at:

·       tollavgreiða innflutning,

·       viðgera fyrispurningar um toll,

·       tarifera vørureftir toll- og vøruskránni

·       undirvísa fyritøkum o.ø. í tollviðurskiftum,

·       viðgera umsóknir um afturbering av tolli og avgjøldum

·       hava eftirlit við, at rættur tollur verður rindaður fyri tað, sum innflutt verður.

 

Um teg

Tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving, ella hevur tú drúgvar royndir á økinum. Royndir við tolli, eftirlitsarbeiði ella almennari fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur.

 

Tú hevur eisini:

·       áhuga fyri tollviðurskiftum,

·       skil á teldum og telduskipanum,

·       hegni til lóg og at seta teg inn í tingini,

·       evni at leggja til rættis og at taka avgerðir,

·       lætt við at skriva og tosa føroyskt, danskt og enskt,

·       rætta hugin, nærlagnið og støðufestið til at menna teg í starvinum.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4, alt eftir útbúgving. Talan er um fulltíðarstarv, og høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

 

Umsóknarfreistin er 17. september 2024

Søk starvið við at trýsta á Søk nú, har tú viðheftir umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Birtu Biskopstø, deildarstjóra, á 35 26 00 ella á bib@taks.fo.

 

Lagt út tann
30. aug. 2024
Starv
Málsviðgeri
Starvsheiti
Málsviðgeri til TAKS í Havn
Virki
Taks
Deild
Tollur
Umsóknarfreist
17. sep. 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor