fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Kreativur skrivstovulærlingur til TAKS

Vit søkja eftir einum ágrýtnum og kreativum skrivstovulærlingi til stjórnarskrivstovuna hjá TAKS at byrja 1. september ella skjótast gjørligt eftir tað. Tú fert at arbeiða við og fáa innlit í skrivstovuarbeiði innan almenna fyrisiting við denti á HR og samskifti. Hóast tilknýti til stjórnarskrivstovuna, kemur tú í ávísan mun at arbeiða við øðrum fakøkjum á TAKS.


Tú verður partur av toyminum á deildini, ið telur 6 starvsfelagar, men tú kemur at samstarva við øll 115 starvsfólkini á TAKS. Tú kemur eisini at hava samskifti við veitarar okkara, herímillum lýsingastovur.


Á deildini kemur tú at vera við at skapa kreativt og viðkomandi samskifti til gagns fyri TAKS og kundaskaran. Tú kemur eisini at hjálpa til við setanartilgongdum, innleiðslu, samskipan av tiltøkum og fundum og øðrum fyrifallandi arbeiði á deildini. Vit geva tær rúmd og tíð til at menna tínar førleikar.


Førleikar

Tú hevur miðnámsútbúgving, og vit síggja fyri okkum, at tú gongur upp í tína skúlagongd og ta menningarætlan, sum verður løgd fyri lærutíðina. Tú ert forvitin eftir at læra og arbeiðir skipað og ábyrgdarfult. Tú tolir eisini skiftandi arbeiðsumstøður, tá uppgávurnar á deildini krevja hetta.


Vit vænta, at tú hevur áhuga í og hegni til:

-         at skriva tekstir á bæði føroyskum og enskum

-         at arbeiða við grafiskum loysnum

-         lættari myndaviðgerð

-         at arbeiða við SoMe

-         at seta teg inn í og at brúka ymisk amboð og ymiskar skipanir

-         at seta teg inn í talgildu loysnirnar hjá TAKS

Tú hevur áhuga fyri tí nýggjasta og teimum talgildu møguleikunum sum finnast, so sum vitlíki.

Lærutíðin veldst um, hvørt tú hevur miðnámsprógv við búskaparbreyt ella ikki

  • Við búskaparbreyt er lærutíðin tvey ár.

  • Uttan búskaparbreyt er lærutíðin tvey ár og eitt fimm viku netskeið.

 

Setanarviðurskifti

Sum lærlingur á stjórnarskrivstovuni fert tú í høvuðsheitum at arbeiða hjá TAKS á Havn. Stundum fert tú eisini at arbeiða aðrastaðni hjá TAKS, og tú tekur ástøðiliga partin av læruni í Danmark.


Lønar- og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.


Hug at søkja?

Ger tað talgilt á umsóknarskipan okkara við at trýsta á "Søk nú". Fyll út og viðheft umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

 

Umsóknarfreistin er sunnudagin, 11. august 2024

 

Meira fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Dianu Gilstón, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á dg@taks.fo.

 

Lagt út tann
25. jun. 2024
Starv
Lærlingur
Starvsheiti
Kreativur skrivstovulærlingur til TAKS
Virki
Taks
Deild
Stjórnarskrivstova
Umsóknarfreist
11. aug. 2024
Starvstíð
01. sep. 2024 - 01. sep. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor