fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Avloysari fyri tollara

Sært tú detaljurnar? Dugir tú væl við fólki? Fært tú arbeitt skeivar tíðir?

So kanst tú gerast tollaraavloysari hjá TAKS

 

At vera tollari er eitt klassiskt spennandi og viðkomandi starv. Tú hittir fólk í skiftandi støðum, og í intensum løtum hava títt róliga lyndi og skørpu eygu alt at siga. Í tøttum samstarvi við hinar tollararnar kemur tú at hava eftirlit við vørum og ferðandi og forðar soleiðis fyri ólógligum innflutningi til Føroya.

 

Soleiðis ímynda vit okkum, at tú ert

Tú dugir væl við fólki, ert fyrikomandi, vísir tænastusinni og dugir væl at samstarva. At tolla krevur nærlagni, og tí skalt tú kunna arbeiða skipað og síggja tey smáu tingini. Tað er avgerandi, at tú slært kalt vatn í blóðið í spentum støðum, og at tú varðveitir yvirlitið, tá ið á leikar. Tú vísir professionella atferð í øllum lutum.

 

Arbeiðið fevnir um nógv ymisk eftirlit, eitt nú ferðafólkaeftirlit, skipaeftirlit, goymslueftirlit, innflutningseftirlit og útflutningseftirlit. Tú fert javnan at sita við telduna. Tí mást tú duga og tíma at arbeiða við umsiting og skráseting.

 

Tú ert væl fyri upp á kropp og sinn og kann vera við til størri eftirlit ymsar tíðir í samdøgrinum. Tú kemur møguliga eisini at vera partur av vaktarskipanini í tollinum, har vaktirnar til tíðir kunnu vera drúgvar.

 

Útbúgving og royndir

Útbúgving er ikki avgerandi, men ynskiligt er, at tú hevur miðnámsprógv, skrivstovuútbúgving, handverkaraútbúgving ella líknandi. Royndir í kanningararbeiði/eftirlitsarbeiði kunnu vera ein fyrimunur. Neyðugt er eisini, um tú dugir væl at tosa og skriva føroyskt, norðurlendskt og enskt. Tú hevur koyrikort og reina revsiváttan.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er lønt í 27. lønarflokki eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett 1. september 2024 til 31. mai 2025. Høvuðsstarvsstaðurin er TAKS í Havn og flogvøllurin, men tollarar hava tíðum uppgávur kring alt landið, og tí skalt tú tola at hava skiftandi arbeiðsstaðir. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

 

Hug at søkja?

Trýst á "Søk nú" og fyll út talgilda umsóknarblað okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

 

Freistin at søkja er 8. juli 2024.

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birtu Biskopstø, deildarstjóra, á 35 27 42.

 

Lagt út tann
24. jun. 2024
Starv
Tollari
Starvsheiti
Avloysari fyri tollara
Virki
Taks
Deild
Tollur
Umsóknarfreist
08. jul. 2024
Starvstíð
01. sep. 2024 - 31. mai 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor